Fjepparin, sum í september í fjør sendi hóttandi sms-boð til fótbóltsdómara, hevur fingið ávaring frá fútanum fyri gerðina.
Í september 2009 fekk ein av føroysku fótbóltsdómarunum hóttandi sms-boð sendandi, eftir at hann hevði dømt dyst í Vodafonedeildini. Avsendarin heitti á dómaran um at leggja floytuna og kortini á hyllina, tí hann metti ikki, at dómarin dugdi at døma. Um dómarin ikki gjørdi, sum hann varð biðin, kundi hann vænta sær eina álvarsliga vitjan seinni.
Gjørt var av at senda málið til fútan at viðgera. Málið er nú liðugt viðgjørt og hevur fúting gjørt av gera undantak frá siðvenjuni í slíkum máli og bert geva viðkomandi eina átalu sambært §266.
Í avgerðini verður tó skrivað, "Jeg kan oplyse, at en advarsel er en strafferetlig afgørelse, der indebærer, at jeg anser x skyldig i det forhold, der er rejst sigtelse for".
Fótbóltssambandið er sera væl nøgt við avgerðina, sum greitt vísur, at tað er lógarbrot at hótta dómara ella annan persón. Vónandi fer hetta at hava við sær, at dómarar í framtíðini fara at fáa betri arbeiðsfrið, og at slikar hóttanir ikki fara at verða sendar í framtíðini.